Koppseting móti HPV / Lívmóðurhálskrabba

HPV-koppseting

HPV er eitt virus, sum er sera vanligt millum ung. Virusið smittar illa, og tú følir ikki, at tú ert smittað/-ur. HPV kann elva til ymisk sløg av krabbameini, bæði hjá kvinnum og monnum.

 

Fødd/-ur í 2006 ella 2007?

Fram til 31. des. 2026 kunnu 18-20 ára gomul eisini fáa ókeypis HPV-koppseting. Hetta er eitt víðkað tilboð í avmarkað tíðarskeið.

 

HPV stendur fyri Humant Papillomavirus. Yvir 100 sløg av HPV eru til, og HPV-koppsetingin verjir móti níggju sløgum. Eingin viðgerð er fyri HPV-virus, men í flestu førum berjir kroppurin sjálvur smittuna niður. Hjá uml. 1 av 10 verður smittan tó verandi og kann elva til kyknubroytingar, sum kunnu elva til krabbamein í lívmóðurhálsinum, krabba í penis, krabba í innaru og ytru kynsgøgnunum hjá kvinnum, baktarmskrabba og krabba í varrum, munnholu ella svølgi. HPV kann eisini elva til kynsfinnur, sum eru vørtur á kynsgøgnunum, hjá báðum kynum.

Tú kanst blíva smittað/-ur, sjálvt um tú brúkar hít, tí virusið kann sita á húðini rundan um kynsgøgnini. Tí kann HPV eisini smitta millum hendur og kynsgøgn, og fleiri verða smittað við HPV, áðrenn tey hava havt samlegu fyrstu ferð.

 

https://www.heilsustyrid.fo/fo/borgari/koppseting/barnakoppseting/hpv-koppseting