Fyri at mynstra umborð á skipi, skalt tú hava eina gildiga heilsuváttan frá einum góðkendum sjóvinnulækna. Hjá okkum er góðkendur lækni.
Tá tú kemur til viðtalu skal tú svara nøkrum spurningum á einum skjali, og læknin ger eina heilsukanning, har hann m.a. kannar blóðtrýstið, sjónina og landið.
Tá tú kemur til viðtalu, skal tú hava hetta við:
Brillur
Linsur og eykalinsur um neyðugt
Eina landroynd
Pening (1000 Kr)
Sjófarsbók, um tú eigur eina