Gentur og dreingir fáa ókeypis koppseting frá 12 til 18 ár, fyri Human Papillomavirus.
Tað finnast fleiri enn 100 ymisk sløg av Human Papillomavirus, ið kunnu geva infektión í húð ella slímhinnum.
Í flestu førum megnar kroppurin at berja niður hesa infektión, men í summum kann infektiónin gerast kronisk og elva til kyknubroytingar ella HPV-relatera krabbamein. HPV-koppsetingin er tí partur av barnakoppsetingar programminum, og kann gevast sum 2 ella 3 prik, ið avhongur av aldrinum á barninum.
Koppsetingin verjir best áðrenn einstaklingurin gerst kynsliga virkin, tí er viðmælt at geva tá barnið er 12 ár.
Fólk yvir 18, kunnu fáa koppsetingina, men mugu tó rinda hana sjálvið.